Aftur í ár luttóku vit í Ólavsøkuskrúðgonguni, veðrið var av fínasta slag og lagið var gott.

Dagin eftir, tann 29.juli skipaðu vit fyri eini bocciakapping niðri hjá Valdemar, nakað av fólki var til staðar. Av teimum menningartarnaðu gjørdist Joana nr.1, Unn nr. 2 og Meiken gjørdist nr. 3.

Fyri fólk við rørslutarni, var bert Dánjal Jákup møttur, so har stáplaðu vit Eina lítla kapping við fyrrverandi formanni Sofusi Olsen, núverandi skrivara Hans Karl og so Dánjal Jákupi. Av teimum gjørdist Sofus nr. 1, Dánjal Jákup nr. 2 og Hans Karl nr. 3.

Vit í nevndini takka fyri luttøku. :-)  (myndir frá Ólavsøkuni eru at finna í myndasavninum).