Aðalfundurin 2017

 

Aðalfundur 22.04.2017 – Smæran.

 

Hendan leygardag møttu 6 fólk til morgunmat uppi í ÍSF-húsinum. Eftir morgunmatin varð aðalfundurin settur. Krista Brimheim varð sett sum fundarstjóri.

Eilif, formaður, greiddi frá hvat var hent síðan síðsta aðalfund. Sí formansskriv!

Eisini kom fram, at tosa við okkara høvuðsstuðul, ið fyri stuttum skifti navn til Betri Trygging. Hetta so greiði kann fáast á okkara nýggju búnum.

 

Eftir framløguna, legði Anette fram roknskapin fyri tíðina 2016-17. Tann grannskoðaði roknskapurin varð góðkendur. Sí roknskapar-skriv!

 

Undir evninum Val av nevnd, bar Anette seg undan at vera afturvald. Nevndin skipaði seg beinanvegin eftir fundin. Eilif heldur fram sum formaður, Hans Karl sum kassameistari, Marius sum skrivari og Jenny sum tiltakslimur.

 

Her kann nevnast, eins og nevnt er í formansfrágreiðingini, at felagið er í einum aldudali, og torført er at fáa nýtt fólk at lyfta arvin og halda seg til. Nevnast skal, at nevndin heldur fram eitt ár afturat, og tekur síðan støðu til hvat so skal henda; um grundarlag yvirhøvur er fyri framhaldi av felagnum.

 

Ása, ið hevur verið okkara grannskoðari, heldur fram og skal hon eiga eina stóra tøkk fyri hetta. Og nú vit eru við tøkkir, skal Anette eisini fáa eina so hjartaliga tøkk fyri alla tað orku og hegni, sum hon hevur lagt í felagið!

Vit byrjaðu fundin klokkan uml. 10 og fundurin var lokin kl 11.40.

Nevndin fer í næstum at hava fund um framtíðarætlarnir, hetta verður sjálvsagt lagt út á heimasíðuna og Facebook.

Nevndin.



(Her eru formansfrágreiðingin og roknskapur):


Smæran – Aðalfundur 22.04.2017. – Formansfrágreiðing.


 


Eftir síðsta aðalfund, tann 16. apríl 2016 skipaði nevndin seg við undirritaða sum formanni, Hans Karl sum skrivara, Anettu sum kassameistara, Mariusi sum nevndarlimi og Jenny sum tiltakslimi.


Tað er nú soleiðis, at vit hava verið í einum aldudali, viðv. aktiviteti og undirtøku, so í hesum sambandi varð nevndin eisini redusera við einum limi síðsta aðalfund.


Tó so hava nøkur tiltøk verið, nakrir limir, m.a. úr Smæruni vóru í Íslandi til eina svimjikapping og eina fótbóltskapping. Úrslitið var heilt hampuligt, og fullu nøkur heiðursmerki til føroyingarnir. Tað var stak hugnaligt og vitjaðu vit øll somul eisini ’Blaá lóni’. Vit fóru avstað 29. apríl og vóru aftur 2. mai.


Eisini vóru limir í Smæruni til ein fimleika-fagnað niðri tann 22. mai 2016 í Holsterbro, her umboðaðu teir (limirnir) fimleikafelagið ’Ljósið’. Tað gekst teimum væl, millum annað vóru trý gullmerki vunnin, og nøkur silvur og bronsumerki vóru eisini vunnin.


Tann 01. juni varð nýggj sponsoravtala undirskrivað millum Smæruna og táverandi ’Tryggingarfelagið Føroyar’ , nú nevnt ’betri Trygging’. Henda avtala er galdandi fram til 2018.


ÍSB skipaði fyri frælsum ítrótti tann 25. juni uppi á Tórsbreyt, og smæddust okkara limir ikki millum luttakarnir. Har vunnu vit fleiri heiðursmerki. Eini 10 luttakarir vóru møttir.


Á Ólavsøku í ár luttóku vit aftur í skrúðgonguni tann 28. juli, hesu ferð var Ann Óleyð flaggberari, tað var ein deilig stund niðri á vaglinum, men ynskiligt var sjálvandi at fleiri limir vóru til staðar. Her kann eisini viðmerkjast, at vit vóru í teimum nýggju búnunum, ið hevði tikið drúgva tíð at útvega.


Ólavsøkudag skipaðu vit fyri boccia-kapping uttanfyri Valdemar Lutzen, kappingina fyri tey menningartarnaðu vann Joana, nr. 2 var Unn og Meiken gjørdist nr. 3. Fyri rørslutarnaði var bert Dánjal Jákup møttur, so vit stáplaðu ein øðrvísi kapping uppá beinini, har hann leikti móti fyrrverandi formanni og núverandi skrivara. Her gjørdist Sofus nummar 1, nr. 2 Dánjal Jákup og skrivarin nummar trý.


Tann 21. sept var nevndarfundur, har vit m.a. skuldu áseta datoir fyri bocciakappingina og aðalfundin 2017.


Aftur í ár stáplaði ÍSB eitt ítróttartiltak uppá beinini saman við Smæruni og Svani, hetta tiltak var inni í Løkshøll tann 24. okt. Her kundu øll luttakandi royna ymiskar ítróttargreinir. Væl av fólki var møtt, og seinni var eisini ábit og Jens Marni sang sangir.


30. nov. Var ÍSB-svimjikapping í Gundadali, og okkara limir strúku avstað við nógvum heiðursmerkjum.


Árið endaði við, at Anette fekk frammleitt eitt hugnaligt jólakort, ið varð sent limunum. Myndin var av skrúðgonguni á Ólavsøku.


2017.


2017 byrjaði við eini grand-prix kapping í boccia, hetta tiltak er væl dámt av okkara limum, og vanliga møta nógv folk; og so var eisini í ár. Kappingarnar vóru hildnar 28. Jan, 11. Feb. og 25 feb.


Í bólkinum fyri fólk við menningartarni vann Meiken, nr.2 var Unn og Joanna gjørdist nr. 3. Ferðasteypið frá Javna streyk Unn avstað við, eftir umdyst móti Meiken, hetta gjørdist sera spennandi. Fía Petersen umboðaði Javna og handaði ferðasteyp og heiðursmerki.


Í bólkinum fyri rørslutarnað, vann Petur Martin, bæði ferðasteyp frá Heilafelagnum og gull, nr. 2 gjørdist Dánjal Jákup og nr. 3 Marius. Her handaði Maud Vang Hansen fyri Heilafelagið steyp og heiðursmerki.


Tann 16. mars skipaði ÍSB aftur fyri svimjikapping í Gundadali, og aftur her vunnu okkara limir flestu heiðursmerki. Aftaná var gott ábit og ein hugnalig løta.


Nú áðrenn aðalfundin, tann 07. apríl, fóru 4 svimjarir í Smæruni til venjingarlegu í Spania saman við Barbaru.


 


Sum nevnt í byrjanini eru vit í einum aldudali, og tykjast ikki nýggir limir at leggjast afturat felagnum. Hetta hevur staðið uppá í nøkur ár. Eg havi ikki loysnina, hvussu vit venda gongdini. Men vónandi, verður felagnum lív lagað.

Roknskapurin: