Aðalfundurin 16.04.2016.

Vit byrjaðu dagin klokkan tíggju við einum góðum morgunmatarborði. 9 limir vóru møttir, so undirtøkan kundi verið størri. 

Á leið 10.30 varð fundurin settur, Meiken var vald til orðstýrara. Sofus segði frá undanfarna árið, og nevndi hann nógv gott, sum felagið hevði fyriskipað, m.a. tær ymisku ítróttarkappingarnar, Ólavsøkan, familjutiltakið og sjálvsagt luttøkan hjá felagnum á Special Olympics World Summer Games (sum var í Los Angeles).

Eftir formansfrágreiðingina, legði kassameistarin, -Anette, fram grannskoðaðan roknskap.

Av innkomnum uppskotum, vóru trý frá nevndini.

1) Eftir áheitan frá ’Barnabata’ til føroysk ítróttarfeløg um at hjálpa fíggjarliga skerdum familjum, hava vit í nevndini skotið upp, at limir/familjur, ið eru fíggjarliga sperdar, kunnu søkja nevndina um 50% avsláttur av limagjaldinum. Nevndin skal hava upplýst hvussu fíggjarstøðan er hjá umsøkjara, eftir hetta tekur nevndin, í trúnaði, støðu til umsóknina. Limir/familjur nýtast ikki at fara til ’Barnabata’ við umsóknini. Umsóknin verður send okkara mail-addr. : ifsmaeran@gmail

2) Fyri hvílandi/stuðulslimir er minsti kostnaður 50,- ella tekur limur sjálvur støðu til eina størri upphædd.

3) Vit skerja nevndina frá 5 limum til 4 limir. -Formaður, kassameistari, skrivari, nevndarlimur (og ein tiltakslimur). Formaðurin hevur avgerandi atkvøðu, um javnt er.

Eftir hetta var val á skránni. Sofus Olsen bar seg undan afturvalið og tað sama var við Petur Oluf.

Vit fara at nýta høvið at takka teimum báðum fyri tíðina. Ein serlig tøkk skal tó ljóða til Sofus, sum tey seinastu árini hevur lagt eina serstakliga stóra orku í okkara felag, -takk!!

Afturvald vóru Anette, Hans Karl, Eilif, Marius og Jenny til tiltakslim.

Nevndin hevur skipað seg, og formaður er Eilif, Anette er kassameistari, Hans Karl er skrivari og Marius er nevndarlimur.

Ása Hansen varð afturvald sum grannskoðari. 

Fundurin var lokin uml. 11.45.

(Sí annars myndasavn)